Í 19. øld var tað so, at fleiri niðursetubygdir vóru grundaðar í Føroyum, og var Akrar ein av teimum.
Fyrsti maður, ið setti búgv á Økrum, var úr Sumba. Hetta var í 1817.
Seinri fluttu onnur til bygdina.
Kendasti maður á Økrum er Poul Johannes Midjord (1823-1908), ið var táttayrkjari. Hann giftist við dóttur Nesbóndans hinumegin fjørðin, men tað var ikki við bóndans vilja, og sagt verður, at Poul Johannes fór eftir unnustu síni á nátt og flutti hana yvir um fjørð, uttan at foreldrini vistu av.
Kendasti táttur hansara er eisini Nesbóndatátturin, har hann ger gjøldur burtur úr verfaðirinum.